Heim | Tænastur | Prent | Sangheftir

Sangheftir

Til eitt og hvørt høvið

Skalt tú nýta eitt sanghefti til eitt tiltak, veitslu, brúðarvetslu ella okkurt annað? Vit hava framleiða sangheftir júst til tín tørv. Sanghefti verður leverað falsað, stift og reinskorið.

Sangheftini fáast í øllum vanligum støddum. Okkara maskinur gera tað møguligt at framleiða heftini skjótt, sum skapar eina sera stutta avgreiðslutíð. Eisini hava vit møguleika til at sniðgeva sanghefti.

Einfalt Tonito hefti
Tonito Sanghefti

Um Sangheftir

Pappír

Vit hava stórt úrvæl av pappíri í ymsum tjúktum. Møguligt er at fáa 80gr heilt upp til 350gr pappír. Tað er møguligt at velja ímillum blankt (coated) og matt (uncoated) pappír. Eisini er møguleiki fyri at hava ymiskt slag av pappíri í einum hefti t.d. ein permusíða úr tjúkkum pappíri.

Støddir

Okkara mest umtókta stødd er A5 heftir 148 x 210 mm. Síðani koma A4 heftir 210 x 297 mm. Um tú hevur ein fyrispurning uppá serstakar støddir so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum og vit kunnu koma fram til eina loysn.

Sniðgeving

Vit hava møguleika til at gera layout til heftir eftir ávísum tørvi. Hefti verur ikki prenta fyrr enn kundin er nøgdur og hevur góðkent sniðið.

Brúðarveitsla

Vit hava framleitt nógv ymisk sangheftir til brúðarveitslur ígjønum tíðina. Vanliga mannagongdin er at kundin sendur tilfar (myndir, sangir o.a.) og vit seta sanghefti upp eftir tørvi frá kundanum. Eisini er møguligt at senda eina prentklára fíl til okkum, sum vit síðani prenta til eitt endaligt sanghefti.

Annað prent

Lýsingatilfar