Heim | Tænastur | Prent | Gravsálmar

Gravsálmar

Stutt avgreiðslutíð

Okkara maskinur gera tað møguligt at framleiða gravsálma heftini skjótt, sum skapar eina sera stutta avgreiðslutíð. Vit sniðgeva vanligt gravsálma heftini við mynd, navni, føðingardegi og deyðsdegi á forsíðuni og einum skriftstaði. Vanligt eru 3-4 sangir í miðuni og á baksíðuni eru tveir sangir, sum verða nýttir við grøvina. Hetta seta vit upp alt eftir tygara ynski við prenti í svørtum ella í litum.

Tonito Gravsalmar Prent

Um Gravsálmar

Pappír

Vit hava stórt úrvæl av pappíri í ymsum tjúktum. Til gravsálmar viðmæla vit at nýta 120gr pappír. Tað er møguligt at velja ímillum blankt (coated) og matt (uncoated) pappír.

Støddir

Tann vanliga støddin til gravsálmar er ein A5 bóklingur 148 x 210 mm, sum er eitt A4 pappír við fold. Um tú hevur ein fyrispurning uppá serstakar støddir so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum og vit kunnu koma fram til eina loysn.

Sniðgeving

Vit sniðgeva og gera layout eftir ávísum tørvi. Hefti verur ikki prenta fyrr enn kundin er nøgdur og hevur góðkent sniðið.

Upplýsingar

Fyri at prenta gravsálmarnar mugu vit hava navn, føðingardag, deyðsdag, sálma navn og nr og eisini eina mynd um tað er tygara ynski. Síðani hava tit møguleika at fáa eitt skriftstað á forsíðuna og at velja um hefti skal verða í litum ella svart/hvítt. Hevur tú onnur ynskir so finna vit eina loysn.

Annað prent

Lýsingatilfar